Leita
 
30. NOVEMBER 2009
Menningarlond trygga seg ímóti náttúruvanlukkum
Menningarlond eru harðast rakt av heimsins náttúruvanlukkum. Einans 3% av møguliga tapinum í sambandi við náttúruvanlukkur er tryggjað í menningarlondunum, í mun til tey framkomnu londini, ið hava tryggjað 45%. Í hesum sambandi hevur Heimsbankin gjørt og samskipað eina nýggja skipan, The MultiCat Program, ið loyvir menningarlondum at tryggja seg ímóti vandanum fyri náttúruvanlukkum við at ogna sær sokallað vanlukkulánsbrøv til rímiligan pening.

Styrkin og skaðarnir í sambandi við náttúruvanlukkur eru øktir seinasta ártíggjuni. Sambært Heimsbankanum eru menningarlondini harðast rakt í heiminum, og hava havt eitt tap á 7% av samlaða BTÚ, einans orsakað av náttúruvanlukkum í tíðarskeiðinum 1977-2001. Við tað at bert 3% av møguligu tapunum eru tryggjað, føra slíkar vanlukkur sera stór fíggjarlig tap við sær, orsakað av útreiðslum til vanlukkuhjálp og endurbygging. Harafturat eru flest av hesum londunum ikki før fyri at verja seg ímóti slíkum hendingum, tí tey hava ikki atgongd til altjóða tryggingarmarknaðir. Høg, óstøðug tryggingargjøld og manglandi førleiki hjá altjóða tryggingarmarknaðum at handfara stórar váðar, forðar nógvum londum at tryggja seg ímóti náttúruvanlukkum. Og tað er serliga torført fyri tey lond, ið eru serliga viðkvom yvirfyri náttúruvanlukkum.

Tí eru stig tikin til eitt nýtt slag av vanlukkulánsbrøvum, ið eru samskipað og stuðlað av Heimsbankanum og loyvir stjórnum í menningarlondum at ogna sær trygging til rímiligan kostnað. Lánsbrøvini geva stjórnunum skjóta atgongd til fígging av neyðhjálp um ein náttúruvanlukka kemur fyri, og hetta gevur samstundis eina meira støðuga fíggjarstøðu. 

Meksiko er ein av teimum mest royndu londunum innan váða í samband við náttúruvanlukkur, og teknaði sær longu trygging ímóti jarðskjálvta í 2006. Men nýggju lánsbrøvini kunnu tryggja ímóti vandanum fyri fleiri ymsum sløgum av náttúruvanlukkum í senn, sum t.d. jarðskjálvta, ódn, illveðri og glopraregni. Váðin verður sostatt spjaddur og hetta vekir áhugan hjá fleiri íleggjarum. Heimsbankin framleiddi nýggju skipanina í samstarvi við Meksiko, ið hevur greitt frá hvussu til ber at handfara váða í sambandi við náttúruvanlukkur. Altjóða samskipanin GFDRR, ið arbeiðir fyri at minka um avleiðingarnar av náttúruvanlukkum, hevur fíggjað neyðugu kanningarnar ið skulu áseta líkindini fyri at slíkar hendingar koma fyri,og í hvønn mun tey ymsu menningarlondini verða rakt av teimum. Meksiko var fyrsta landið ið fekk fíggjarliga hjálp gjøgnum nýggju MultiCat skipanina. Í oktobermánað fekk Meksiko góðar 290 milliónir US dollarar til endurbygging, eftir at ódnin Jimena rakti Meksiko 26 august í ár.

Kelda: www.worldbank.org

 
TÌÐINDI
Prísurin á CO2 útláti - 28. DESEMBER 2009
Ráðstevna um veðurlagsbroytingar í Keypmannahavn  - 16. DESEMBER 2009
Information Memorandum 2009 er nú tøkt  - 9. DESEMBER 2009
Seinasti G-20 fundurin  - 8. DESEMBER 2009
Asiatiski búskapurin mennist skjótt  - 20 NOVEMBER 2009
Heimshandilin er í framgongd  - 12 NOVEMBER 2009
Búskaparráðið: "Fíggjarpolitikkurin má aftur á beint nú"  - 6. NOVEMBER 2009
Ringa gongdin í altjóða búskapinum er um at venda  - 30. OKTOBER 2009
Amerikansk ætlan um nýggjar fíggjarligar reglur er slóðbrótandi  - 20. OKTOBER 2009
Búskaparútlit 2009 og 2010 - 13. OKTOBER 2009
Heimshandil bøtir um heimsbúskapin - 20. SEPTEMBER 2009
IMF veitir stuðul til heimsins mest fátæku undir kreppuni  - 10. SEPTEMBER 2009
Afturgongdin í ES verður møguliga langdrigin  - 4. SEPTEMBER 2009
Landsbanki Føroya nýggjan bústað og nýtt telefonnummar  -  22. JULI 2009
Ísland fær positivan vøkstur í 2010  - 20. JULI 2009
Umhvørvisbetringar umvegis fíggjarliga stimbran  - 2. JULI 2009
Fallandi húsaprísir í fleiri londum - 22. JUNI 2009
Kinverjar - farið út í heimin og keypið - 17. JUNI 2009
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð  - 4. JUNI 2009
Búskaparlig heilsubót í krepputíðum  - 3. JUNI 2009
Búskaparútlit í 2009 og 2010 - 15. APRÍL 2009
Tjóðbanka- og stjórnartiltøk kring heimin gera mun  - 5. JANUAR 2009