|
Tey stóru menningarlondini vóru tey fyrstu, ið komu burturúr altjóða fíggjarkreppuni. Tey eru við tíðini vorðin meira týdningarmikil fyri heimsbúskapin, og eru sambært nýggjastu metingini hjá IMF; Finance & Development, við til at føra heimsbúskapin úr kreppuni. Kanningarnar vísa, at størstu menningar búskapirnir sum t.d. Brasilia, India, Kina og Russland, framyvir fara at hava meira at týða fyri gongdina í heimsbúskapinum og fara at fáa størri ábyrgd fyri altjóða búskaparliga og fíggjarliga støðufestinum.
Menningarlondini hava sum heild betri megnað at vunnið á kreppuni, enn tey framkomnu londini. Fleiri av teimum hava upplivað afturgongd í búskaparvøkstrinum seinastu árini, men hava útlit til høgan vøkstur komandi árini, sigur IMF. Tó er tað ymiskt, hvussu væl tey einstøku londini hava klárað seg. Asiatisku menningarlondini hava havt størsta vøksturin og minstu afturgongdina undir kreppuni. Á sama hátt hevur afturgongdin hjá menningarlondunum í miðeystri og Norðurafrika verið minni týðandi, og tað kemur millum annað av, at hesi lond eru lutfalsliga lítið tengd at fíggjarligu og handilsligu viðurskiftunum í teimum framkomnu londunum.
Kreppan førdi stóra afturgongd við sær í teimum Eysturevropeisku londunum og í Latínamerika, eftirsum hesi lond í størri mun eru tengd at framkomnum londum. Góðu úrslitini hjá menningarlondunum í Asia, Miðeystri og Norðurafrika, eru millum annað orsakað av tí politikki, ið hevur verið førdur í hesum londum. Hann hevur hildið prísvøksturinum niðri og avmarkað almennu skuldina, og hevur harafturat ført við sær, at hesi lond í minni mun nýta útlendska fígging. Útflutningurin hevur tikið seg fram í menningarlondunum, og miðalinntøkurnar eru øktar, ið hevur stimbrað innlendis eftirspurningin. Hesi viðurskifti hava millum annað verið orsøk til at menningarlondini hava klárað seg lutfallsliga gott ígjøgnum kreppuna. Komandi árini fara menningarlondini at møta avbjóðingum í samband við áhaldandi framgongdina, heldur IMF. IMF ráðgevur teimum til at tálma príshækkingum, ansa eftir ov nógvari og brádligari tilgongd av fremmandum kapitali, og forða fyri bløðrum á partabrævamarknaðinum. Millum annað var inflasjónin í India á 10,6 % í maimánað í ár, ið var hægsta príshækkingin í India higartil í tvey ár. Nýggjastu tølini fyri prísirnar í India vísa, at inflasjónin fall til 7,5 % í november frá 8,5 % í oktober. Indiski Tjóðbankin væntar, at inflasjónin fer at lækka til umleið 5,5 % í marsmánað 2011. Hettar kemur millum annað av, at indiski búskapurin er vaksin skjótari, enn áður væntað. Í triðja ársfjórðingi í ár, var búskaparvøksturin 8,9 % (ár/ár). Kinesiski búskaparvøksturin er eisini størri, enn áður væntað, millum annað var kinesiski útflutningurin í novembermánað hækkaður 35 % (ár/ár) í mun til tey væntaðu 25 %. Tveir búskaparfrøðingar hava í samstarvi við IMF kannað, hvussu restin av heiminum ávirkast av kinesiska vøkstrinum. Kanningin vísur, at kinesiski vøksturin fyrst og fremst ávirkar onnur lond gjøgnum samhandilin; í einum longri tíðarskeiði førur ein hækking á 1 % í kinesiska búskaparvøkstrinum, til eina øking í vøkstrinum í heimsbúskapinum á 0,4 %.
IMF heldur, at menningarlondini hava fingið ein størri leiklut tá ið avgerðir skulu takast ið ávirka heimsbúskapin, og G-20 londini hava tískil givið menningarlondunum ein sess til komandi fundirnar.
Keldur: IMF, BBC
|