Leita
 
29. APRÍL 2010
Vøksturin í heimsbúskapinum verður 4,2% í 2010
Í nýggjastu búskaparmeting hjá IMF frá aprílmánað er vøksturin í heimsbúskapinum mettur til at verða 4,2% í 2010. Í búskaparmetingini frá oktober 2009, var vøksturin mettur til at verða 3% í 2010,  men heimsbúskapurin er, sambært IMF, komin skjótari fyri seg, enn áður væntað. 

Flestu framkomnu londini høvdu negativan vøkstur í 2009 (sí talvuna niðanfyri), men hetta sæst mest sum ikki aftur í komandi árinum. IMF hevur hækkað útlitini, og vøksturin í heimsbúskapinum er nú mettur til at verða 4,2% í ár og 4,3% í 2011. Tó vaksa búskapirnir við ymsari ferð kring heimin. Tey asiatisku menningarlondini fáa høgan vøkstur komandi árið, og IMF metur millum annað, at Afrika fer at koma skjótari fyri seg eftir hesi kreppuni, sammett við hvat tað hevur megnað í undanfarnum kreppum. Tey framkomnu londini fara at fáa lágan, men positivan vøkstur komandi árið og eru enn tengd at fíggjarligari stimbran. IMF heldur at tann amerikanski búskapin er betri fyri og fer at koma skjótari fyri seg eftir kreppuna enn t.d. Evropa og Japan. Í løtuni er vøksturin treytaður av politiskum tiltøkum og hjálparpakkunum, ið stimbra búskapin. Men ein spurningur er, nær privati eftirspurningurin hækkar, og fer at bera búskaparliga vøksturin, heldur búskaparfrøðingurin Olivier Blanchard hjá IMF.

Tey flestu framkomnu londini standa fyri stórum avbjóðingum í samband við at politisku tiltøkini, ið higartil hava stimbrað búskapin og styrkt fíggjargeiran, við tíðini noyðast at minka. Í hesum sambandi mælir IMF til umhugsni viðvíkjandi haldførinum á fíggjarpolitikkinum.

Fleiri lond eru noydd at gera ætlanir um at konsolidera almenna búskapin fyri at minka um almennu skuldina, og IMF metur, at flestu londini mugu fara undir konsolidering í 2011. Hóast IMF hevur hækkað útlitini fyri vøksturin í heimsbúskapinum, vísir IMF á, at ov stór almenn hall í nógvum londum kunnu órógva fíggjarmarknaðin og økja um váðan í fíggjargeiranum. Í hesum sambandi hevur IMF kunngjørt eina nýggja meting av støðuni í altjóða fíggjargeiranum. Metingin vísir, at fíggjarmarknaðir kring heimin eru komnir fyri seg síðani fíggjarkreppan byrjaði. Tað kemur av politiskum tiltøkum, ið hava styrkt fíggjargeiran og at búskaparliga støðan sum heild er betrað kring heimin. Partabræva- peningamarknaðir eru batnaðir. Men IMF heldur, at enn er neyðugt í flestu londunum at bøta um fíggjargeiran so vandin fyri fíggjarkreppum í framtíðini minkar, samstundis sum fíggjargeirin skal styrkjast og gerast meira effektivur. 

Í búskaparmetingini verður eisini mett, at brúkaraálitið er økt, og at príshækkingar ikki fara at taka dik á seg. Men høgt arbeiðsloysi og økt almenn skuld kunnu tálma framgongdini í flestu londum næstu árini. IMF heldur, at summi lond kunnu gera ábøtur á arbeiðsmarknaðin, umframt at gera skipanir við útbúgving o.a. til arbeiðsleys, sum eisini hevði minkað um vandan fyri langtíðararbeiðsloysi.  Harafturat er privata skuldin økt munandi í summum londum, og tað er við til at halda eftirspurninginum aftur. Av tí at búskaparliga framgongdin enn er veik, er neyðugt at halda á at stimbra búskapin. IMF mælir tí til at politisku tiltøkini, ið eru ætlað at verða framd í 2010, verða sett í verk heilt og fult.

Sostatt kemur heimsbúskapurin skjótari fyri seg eftir altjóða búskaparkreppuni, enn áður væntað, hóast hann enn er viðbrekin. Miðalvøksturin fyri ídnaðarlondini komandi árið væntast at verða umleið 2,3%, meðan miðalvøksturin í menningarlondunum verður yvir 6%. Asiatisku búskapirnir ganga á odda, t.d. er vøksturin í Kina mettur til at verða 10% í ár og vøksturin í India væntast at verða 8,8%. Harafturímóti er vøksturin í Evropa einans mettur til at verða 1% í 2010. IMF heldur, at ein haldgóður og burðardyggur vøkstur krevur stimbran av privata eftirspurninginum kring heimin, umframt at summi lond, t.d. Kina, tillaga virðið á gjaldoyranum, og at tey flestu framkomnu londini fara undir eina konsolidering av almennna búskapinum.   

Kelda: www.imf.org

 
TÌÐINDI
Menningarlondini hava fingið størri leiklut -  20. DESEMBER 2010
Írland undir spariætlanir  - 10. DECEMBER 2010
Kjak um gjaldoyrustríð á G-20 fundinum - 24. NOVEMBER 2010
Búskaparmeting fyri Kina  - 15. NOVEMBER 2010
Nýggjasta forsøgnin hjá IMF - 1. NOVEMBER 2010
ST menningarætlanin - 26. OKTOBER 2010
Nýggj WTO frágreiðing um náttúrutilfeingi - 28. SEPTEMBER 2010
Búskaparútlit fyri 2010 og 2011 á enskum - 20. september 2010
Týski búskaparvøksturin væntast at verða 3% í 2010  - 20. SEPTEMBER 2010
Útlendskar íløgur  - 8. SEPTEMBER 2010
Búskaparútlit fyri 2010 og 2011 - 2. september 2010
Grundrakstur landskassans árini 2000-2010 - 19. AUGUST 2010
Greiningaramboð viðvíkjandi landskassanum - 19. AUGUST 2010
Produktivitetur - produktivitetsvøkstur 1999-2009 - 9. august 2010
Evropa miðar ímóti haldgóðum búskaparvøkstri - 3. AUGUST 2010
Nýggj frágreiðing um danska búskapin - 21. JULI 2010
Betri útlit fyri heimsbúskapin - 14. JULI 2010
Heimshandilin veksur væntandi 9,5% í 2010 - 29. JUNI 2010
Skuldarmeting frá Moody's Investor Service - 23. juni 2010
Kina hevur hægsta búskaparliga vøksturin í heiminum - 27. MAI 2010
Seinasta nobel virðislønin í búskapi - 15. APRÍL 2010
Búskaparvøkstur 2011-2015 - 8. apríl 2010
Fíggjarpolitisk skuldarhugtøk - 8. apríl 2010
Ójavnar í grikska búskapinum - 6. APRÍL 2010
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 24. mars 2010
Rávøruprísir hækka væntandi í 2010 - 15. MARS 2010
Búskaparútlit fyri 2010 og 2011 - 24. februar 2010
Fíggjarpolitikkur og búskaparsveiggj - 22. februar 2010
Skattir og búskaparvøkstur - 17. FEBRUAR 2010
Stuðul til frama fyri kappingarførið hjá menningarlondum - 9. FEBRUAR 2010
Fíggjarpolitisk regluverk - stutt lýsing - 8. FEBRUAR 2010
Konsolideringsátøk - royndir úr øðrum londum - 2. FEBRUAR 2010
Ísland fær ikki positivan vøkstur fyrr enn í 2011 - 27. JANUAR 2010
Arbeiðsloysið í OECD londunum hækkar fram til endan av 2010 - 22. JANUAR 2010
Afrika er hart rakt av búskaparkreppuni - 13. JANUAR 2010