Ábendingar eru um, at føroyski búskapurin er við at venda í 2010 frá niðurgongd til uppgongd, soleiðis at BTÚ í leypandi prísum í 2010 kann metast at vaksa uml. 3%. Undir ávísum fortreytum er eisini útlit fyri búskaparvøkstri í 2011 og nøkur ár aftaná. Í 2011 verður vøksturin mettur at verða um 5%.
Størstu avbjóðingarnar í føroyska búskapinum eru framvegis stýringin av landi og kommunum, sum hava stór hall, og stýringin av fiskiveiðuni, har fiskivinnufyritøkur hava týðandi rakstrartrupulleikar. Somuleiðis er tað ein avbjóðing at fáa langtíðarvøkstur í búskapin. Ábendingar eru um, at produktivitetsvøksturin í Føroyum hevur verið lágur síðstu uml. 10 árini sammett við flestu grannalondini.