Nýggja frágreiðingin hjá WTO ræður til størri samarbeiði millum stjórnir, tá ið handlað verður við náttúrutilfeingi. GATT reglurnar hjá WTO eru ikki upprunaliga gjørdar serstakliga til marknaðir fyri náttúrutilfeingi. Handil við náttúrutilfeingi hevur, sambært búskaparfrøðingin í WTO Pascal Lamy, nógvar avbjóðingar við sær, tá ið vørurnar verða inn- og útfluttar. Hann heldur tað vera umráðandi, at lond samarbeiða og semjast um handilsreglur, ið viðvíkja handli við náttúrutilfeingi, fyri at góða handilssamstarvið millum londini verður varðveitt.
Í WTO frágreiðingini verður handil við náttúrutilfeingi, sum til dømis brennievni, skógarvinnu og námsídnaði og fiski, kannað. Frágreiðingin vísur í hvønn mun handlað verður við náttúrutilfeingi, og hvørjar politiskar møguleikar lond hava, tá ið tey handla sína millum. Harafturat vísur frágreiðingin hvønn týdning altjóða samarbeiðið, og serliga WTO, hevur fyri handilin við náttúrutilfeingi. Í 2008 var samlaða virðið á handli við náttúrutilfeingi kring heimin umleið 3,7 billiónir dollarar, ella næstan 24% av heimsvøruhandlinum, ið er 6 ferðir størri, enn tað var í 1998.
Myndin niðanfyri er eitt dømi úr nýggju frágreiðingini, um hvussu stóran part av samlaða heimsútflutninginum av fiski, einstøk lond útfluttu í 2008.

Summi lond eru meira tengd at náttúrutilfeingi enn onnur, og prísirnir á náttúrutilfeingi eru sum oftast óstøðugir. Tískil hevur handil við náttúrutilfeingi stóran týdning fyri vælferðina í hesum londum, heldur WTO. Sambært frágreiðingina hava lond, ið eru tengd at sølu av rávørum, lyndi til at nýta tollverju á ymsan hátt. Burturúr samlaðu mongdini av tollverju, ið var nýtt til at avmarka útflutningin av ymsum vørum kring heimin í 2008, taldi nýtslan av tollverju til náttúrutilfeingi 35%. Í 2008 taldi millum annað handil við fiski 3% av samlaða heimshandlinum, og sambært WTO verður fiskivinnan tilsamans stuðlað við umleið 25 til 29 milliardum dollarum um árið kring heimin.
Frágreiðingini hjá WTO vísur á, at marknaðarprísirnir ikki altíð til fulnar svara til veruliga kostnaðin av viðgerðini av rávørunum, áðrenn tær verða seldar á marknaðinum, tí møguligir stuðulsveitingar eiga at verða taldir uppí. Handilspolitikkur, ið verður nýttur til at verja ella stuðla serstakar vinnur innan náttúrutilfeingi framum aðrar vinnur, kann virka eins og tollverja. Um stuðulin bert gagnar ein minniluta í samfelagnum, kann tað í summum førum vera við til at tálma búskaparvøksturin, heldur WTO. Sambært WTO er hetta serliga ein avbjóðing í smærri menningarlondum, ið eru tengd at náttúrutilfeingi, har almennur stuðul, sum verður veittur fyri at halda serstøkum vinnum uppi, ístaðin kundi verið nýttur til at gera íløgur á øðrum økjum, ið mennir búskapin og fremur vøkstur.1
WTO handilsreglurnar skulu tryggja eina rættvísa kapping og at handilin við náttúrutilfeingi gagnar samhandilslondunum so væl sum til ber, samstundis sum umhvørvið skal verjast so tilfeingið ikki verður ovurnýtt.
Kelda: WTO
1 Støðan í Føroyum hesum viðvíkjandi, er viðgjørd í eini frágreiðing av Jóannes Jacobsen, Ph.D. í búskaparfrøði, og kann heintast her.